19.3.2021

Vegurin til hjartað gongur ígjøgnum magan

Hósdagur er báldagur í Smílikulluni. Tá verður millummálin gjørdur úti, og øll børnini eru úti til eftir millummálan. Fyrru hálvu av skúlaárinum gekk illa at fáa børnini at tíma at verða úti, men seinastu tíðina er hósdagurin blivin ein tann besti dagurin í vikuni. Hetta hevur nokk eitt sindur við menu'ina at gera: seinastu tíðina hava vit nemliga gjørt eitt sindur meira burturúr millummálanum á bálinum. Millum rættirnar sum børnini hava gjørt á bálinum seinastu vikurnar, kunnu nevnast laksur, pannikakur, naan breyð og so hava vit sjálvandi eisini grillað skúmfidusir. Í gjár ynsktu børnini sær pizza, men eftir nakað av tosið aftur og framm um hvussu osturin kundi smelta í kalda lotinum, var avgjørt heldur at gera calzone, sum er innbaka pizza. Børnini gjørdu hvør sítt calzone, men tað gjørdist skjótt greitt, at hetta var als ikki nokk. Eftir eitt sindur av kjaki var gjørt av at gera eitt lítið sindur av deiggi afturat, tí øll sum ein vóru enn gorhungrað. Hvørt børnini orkaðu nakran nátturða í gjárkvøldið sigur søgan einki um, men tey vóru í hvussu so er mett og væl sett til hús.

No items found.

Onnur tíðindi

22.6.2021

Nú er summarferia

Tað er óvist um tað er heystliga veðrið, korona, ella streykan sum gjørdi tað, men tað tykist sum kom summarferian hálvgum sníkjandi frammá okkum, mest sum burturúr ongum. Sjálvandi er gott at hava fingið summarferiu, men samstundis er tað sera harmiligt at eingin avslutningur var fyri 2. flokki. Tað plagar at verða hugnaligt at hava eina løtu saman vit hesum børnum, sum man hevur brúkt meginpartin av tveimum árum saman við, men sum støðan var, var ikki møguligt at hava nakað í ár. Tí vilja vit fyrst nýta høvið til at takka tykkum fyri tíðina, og ynskja tykkum alt tað besta frammyvir, nú vit ikki koma at síggjast dagliga aftaná summarferiuna. Vónandi tíma tit at heilsa uppá okkum, tá vit síggjast í Bónus ella aðrastaðni.‍Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum fara í annan flokk aftur aftaná summarferiuna, og hoyra um alt tað stuttliga tit hava gjørt í summarferiuni. Tá verða tit tey stóru, sum skulu vísa teimum nýggju fyrstaflokks næmingunum, hvussu man ger og hvussu man er, í Smílikulluni. Tað eru tit, sum nú skulu læra tey hvussu langt man kann fara, hvussu man fangar krabbar, byggir hyttur, brúkar seymimaskinuna, plantar rødbedir, ella fyri tann sak skuld, hvussu man bjargar einari súlu, sum er komin illa fyri á vágni. Tað klára tit akkurát sum einki. ‍Til tykkum, sum nú skulu byrja í skúla: vit gleða okkum at taka ímóti tykkum, og læra tykkum at kenna. Her í Smílikulluni er ikki so galið at vera, og her skulu vit nokk læra tykkum eitt sindur um lívið. ‍At enda við, vilja vit deila nakrar myndir við tykkum, so tit kunnu síggja hvat vit hava tikist við seinasta árið. ‍Góða summarferiu!