Frítíðarheimið Smílikullan heldur til í Gamla Skúla í Miðvági og er fyri børn í 1. og 2. flokki.
Smílikullan liggur tætt við bygdaskúlan í Miðvági, so skjótt er hjá børnunum at ganga úr skúlanum til frítíðarheimið.
Smílikullan liggur sum ein perla, beint við sandin, fótbóltsvøllin, stóra spæliplássið í bygdini og viðarlundina.
Vit hava tvær verkstovur: Innistova og Útistova.
Á Innistovuni fáast vit við ymiskt handaligt. Vit klippa, líma, mála, seyma, binda, tøva og mangt annað. Dentur verður lagdur á nærlagni, og at læra seg at hugsavna seg. Innistovan er deild í tvey rúm, við tveimum ymiskum aktivitetum, og børnini velja sjálvi hvat fyri aktiviteti, tey ynskja at taka lut í.
Á Útistovuni læra vit at liva í náttúruni, umframt at spæla spøl. Hvønn mikudag hava vit báldag, og meir enn so kemur tað fyri, at børnini sjálvi hava fingið okkurt til vega, at koyra á bálið. Dentur verður lagdur á, at granska alt sum vit koma framm at, soleiðis at børnini læra at ferðast í føroysku náttúruni.
Umframt tær báðar verkstovurnar, hava vit eina stovu, har børnini kunnu lesa, spæla borðspøl, ella sita og práta, og eitt spælirúm, har ymiskar leikur eru.
Smílikullan er ein kommunalur stovnur í Miðvági. Stovnurin er opin allar gerandisdagar eftir skúlatíð til kl. 17.00. Vit hava stongt tá ið skúlin hevur stongt.
Tá ið børnini koma eftir lokna skúlagongd, fara tey uppá, har tey eta matpakka og práta um skúladagin o.a. Námsfrøðiligi leisturin á stovninum eru verkstøðini, og vit arbeiða við lurtandi pedagogikki.
Telefon nummarið á stovninum er 794460. Fyri at lætta um hjá øllum so hava vit tí føstu mannagongdina, at um barnið hevur frí, so skulu vit hava boð um tað um morgunin, umvegis sms á 794460. Tað er týdningarmikið, at minnast til at senda sms. Um eitt barn, sum vit ikki hava fingið at vita hevur frí, ikki kemur í frítíðarskúla, senda vit tykkum eini boð.
Smílikullan hevur sína egnu heimasíðu, www.smilikullan.fo Her kunna tit lesa um okkum og hyggja eftir myndum o.m.a. Eisini hava vit ein facebook bólk bert fyri foreldur, sum vit leggja kunning inná.
Best er, um navn er á klæðunum, so tað verður lættari hjá børnunum og starvsfólkunum at halda skil á, at tað altíð eru skiftiklæðir í kassanum hjá barninum. Vit liggja tætt við fjøru og sand, og tað eru tvey ting, sum flest børn elska at spæla sær í. So tí er umráðandi! At tit foreldur fylgja við um tykkara barn hevur skiftiklæðir, regnklæðir, draktir, gummistúlvar við í Smílikulluna. Minnist til at kanna javnan, um skiftiklæðir eru í kassanum.
Børnini eta matpakka her tá ið tey hava tíðliga frí. Millummálin er frá kl. 14.00 til 15.00 hvønn dag.
Um børnini hava sína fartelefon ella smartwatch við í frítíðarheimið, so skal tað liggja í taskuni. Allar avtalur við børnini, skulu gerast ígjøgnum starvsfólk á stovninum.
Fult pláss í frítíðarheiminum kostar: 1140,-
Hálvt pláss í frítíðarheiminum kostar 630,- ( tá ganga børnini aðru hvørja viku)
Tá tit heinta tykkara barn í frítíðarskúlanum, skal barnið heim við. Og um tit velja, at taka annað barn heim við eisini, er tað foreldranna uppgáva at orðna avtaluna og siga okkum frá.
Tað ber til hjá øllum at søkja um frípláss. Tit fáa oyðiblað á skrivstovuni ella á www.vaga.fo
Avgerð um frípláss verður altíð tikin út frá hvør inntøkan var seinasta ár, ella um tað er stór broyting í inntøkugrundarlagnum tá søkt verður.
Uppsagnartíðin er 1 mánaður, tann 1. í hvørjum mánað. Um barnið skal niður í hálva tíð, skal boðast frá ein mánaða áðrenn til tann fyrsta í einum mánaða. Frámelding skal verða skrivlig ella via teldupost til leiðaran. 2. flokkur fer úr skipanini, tá ið summarfrítíðin byrjar.