Námsfrøðilig amboð

LURTANDI PEDAGOGIKKUR

Í Smílukulluni arbeiða vit við lurtandi pedagogikki. Lurtandi pedagogikkur handlar fyrst og fremst um, at taka barnið í álvara. Grundarlagið undir hesum, er at síggja barnið sum ein dugnaligan, resursusterkan, undrandi og granskandi skapning, sum mennist best við at verða ein virkin luttakari í sínum egna gerandisdegi. Hetta gera vit við at geva barninum tíð og pláss til sjálvi at skapa innihald í degnum, og við at lofta hugskotunum, sum børnini sjálvi koma við.

Fyri at kunna atbeiða lurtandi, leggja vit áherðslu á, at stovnurin útvegar fysisku karmarnar, og at starvsfólkini eru árvakin, og duga at samskifta við børnini í eygnahædd.


Happingarætlan

Sorgarætlan