7.5.2021

Súkkluvika

Í misjavna veðrinum hesa vikuna, hevur súkkluvika verið í Smílikulluni. Vanliga er súkkluvika tvær ferðir um árið, men vegna korona var súkkluvikan síðsta heyst avlýst, og hetta var sostatt tann fyrsta av sínum slag hetta skúlaárið. Undanfarin ár hava vit súkklað longri túrar saman við børnunum, men av tí at hetta var fyrsta súkkluvikan hjá teimum flestu, var valt ikki at gera tað hesaferð. Ístaðin hava vit súkkla smærri túrar, og annars bara verið í nærumhvørvinum. Hetta gjørdi tað lættari hjá teimum, sum ikki eru so von at súkkla. Hetta hevur eydnast sera væl, tí fleiri av teimum, sum byrjaðu trilvandi, eru nú blivin tryggir súkklarar.

Tað er ikki sørt at vit hava glett okkum til hesa súkkluvikuna. Síðsta summar fingu vit eina súkklubreyt frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, og tá nú fyrra súkkluvikan bleiv avlýst, vóru vit ikki sloppin at royna breytina. Ikki kann sigast annað enn at breytin var væl móttikin: hóðast frískliga lotið og kavaælini, sum stundum komu oman av Reynsatindi, vóru børnini úti og súkklaðu í heilar dagar. Gamaní, viðhørt vóru tey inni og vermdu stirdu fingrarnar, men fyri tað mesta súkklaðu tey aftur og fram uttanfyri.

Súkkling er góð, bæði fyri heilsuna og umhvørvið. Tí gleðast vit um, at bæði børn og foreldur tóku væl ímóti hesum tiltakinum.

No items found.

Onnur tíðindi

22.6.2021

Nú er summarferia

Tað er óvist um tað er heystliga veðrið, korona, ella streykan sum gjørdi tað, men tað tykist sum kom summarferian hálvgum sníkjandi frammá okkum, mest sum burturúr ongum. Sjálvandi er gott at hava fingið summarferiu, men samstundis er tað sera harmiligt at eingin avslutningur var fyri 2. flokki. Tað plagar at verða hugnaligt at hava eina løtu saman vit hesum børnum, sum man hevur brúkt meginpartin av tveimum árum saman við, men sum støðan var, var ikki møguligt at hava nakað í ár. Tí vilja vit fyrst nýta høvið til at takka tykkum fyri tíðina, og ynskja tykkum alt tað besta frammyvir, nú vit ikki koma at síggjast dagliga aftaná summarferiuna. Vónandi tíma tit at heilsa uppá okkum, tá vit síggjast í Bónus ella aðrastaðni.‍Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum fara í annan flokk aftur aftaná summarferiuna, og hoyra um alt tað stuttliga tit hava gjørt í summarferiuni. Tá verða tit tey stóru, sum skulu vísa teimum nýggju fyrstaflokks næmingunum, hvussu man ger og hvussu man er, í Smílikulluni. Tað eru tit, sum nú skulu læra tey hvussu langt man kann fara, hvussu man fangar krabbar, byggir hyttur, brúkar seymimaskinuna, plantar rødbedir, ella fyri tann sak skuld, hvussu man bjargar einari súlu, sum er komin illa fyri á vágni. Tað klára tit akkurát sum einki. ‍Til tykkum, sum nú skulu byrja í skúla: vit gleða okkum at taka ímóti tykkum, og læra tykkum at kenna. Her í Smílikulluni er ikki so galið at vera, og her skulu vit nokk læra tykkum eitt sindur um lívið. ‍At enda við, vilja vit deila nakrar myndir við tykkum, so tit kunnu síggja hvat vit hava tikist við seinasta árið. ‍Góða summarferiu!