9.4.2021

Smílimíl

Ímynda tær hetta: Sólin bakar oman og niðan. Børn og vaksin standa klár við startlinjuna. Tá tíðin verður startað, renna tit avstað. Eitt míl er ikki so langt, men tú orkar kanska ikki at renna allan vegin. Tað ger einki. Tú steðgar kanska á, gongur eina løtu, tí tað týdningarmesta er njóta løtuna, beint her, beint nú, saman við barninum. Nær vart tú egentliga seinast á einum russjibana? Og man tað ikki eisini vera ein løta síðan tú grulvaði niðri í sand? Runutar hendur hála teg upp um eina forðing, men tað ger einki, tí tú veist, at skjótt sleppur tú í ánna, at skola tað av aftur. Tú fært summarfuglar í búkin, tá tit í gummibáti fara súsani eftir ósanum, undir bygdaskúlanum. Nú sært tú málstrikuna, og orkan kemur brúsandi aftur. Tit tuska avstað. Hond í hond fara tit um strikuna. YES! Hetta kláraðu tit. Tú ert móð/ur, men smílið hjá børnunum fortelur tær tað, sum tú longu visti: HETTA VAR TAÐ VERT!

Smílimíl verður 28.mai 2021. GLEÐI TYKKUM!

No items found.

Onnur tíðindi

22.6.2021

Nú er summarferia

Tað er óvist um tað er heystliga veðrið, korona, ella streykan sum gjørdi tað, men tað tykist sum kom summarferian hálvgum sníkjandi frammá okkum, mest sum burturúr ongum. Sjálvandi er gott at hava fingið summarferiu, men samstundis er tað sera harmiligt at eingin avslutningur var fyri 2. flokki. Tað plagar at verða hugnaligt at hava eina løtu saman vit hesum børnum, sum man hevur brúkt meginpartin av tveimum árum saman við, men sum støðan var, var ikki møguligt at hava nakað í ár. Tí vilja vit fyrst nýta høvið til at takka tykkum fyri tíðina, og ynskja tykkum alt tað besta frammyvir, nú vit ikki koma at síggjast dagliga aftaná summarferiuna. Vónandi tíma tit at heilsa uppá okkum, tá vit síggjast í Bónus ella aðrastaðni.‍Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum fara í annan flokk aftur aftaná summarferiuna, og hoyra um alt tað stuttliga tit hava gjørt í summarferiuni. Tá verða tit tey stóru, sum skulu vísa teimum nýggju fyrstaflokks næmingunum, hvussu man ger og hvussu man er, í Smílikulluni. Tað eru tit, sum nú skulu læra tey hvussu langt man kann fara, hvussu man fangar krabbar, byggir hyttur, brúkar seymimaskinuna, plantar rødbedir, ella fyri tann sak skuld, hvussu man bjargar einari súlu, sum er komin illa fyri á vágni. Tað klára tit akkurát sum einki. ‍Til tykkum, sum nú skulu byrja í skúla: vit gleða okkum at taka ímóti tykkum, og læra tykkum at kenna. Her í Smílikulluni er ikki so galið at vera, og her skulu vit nokk læra tykkum eitt sindur um lívið. ‍At enda við, vilja vit deila nakrar myndir við tykkum, so tit kunnu síggja hvat vit hava tikist við seinasta árið. ‍Góða summarferiu!