25.2.2021

Rottan undir skúlanum

Í fleiri ár, hava søgur gingið um eina ovurstóra rottu, sum sigst búgva undir bygdaskúlanum í Miðvági. Eftir at hava hoyrt søgurnar, vóru Smílikullubørnini forvitin at vita, um tað veruliga var so, at hendan rotta hevði sína gongd nakrar fáar metrar undir har, sum tey sjálvi høvdu sína dagligu gongd í skúlanum, og tí var gjørt av, at fara á kanningarferð undir skúlan. Vápnaði við lummalykt, fóru børnini so avstað. Nakað av vatni var komið niður seinastu dagarnar, og tí var skjótt, at tey sum ikki vóru ílatin waders ella vátdrakt fingu karm. Leita var bæði væl og leingi, men tá børnini komu út á ovaru síðu, kundu tey staðfesta, at eingin rotta var at síggja.

Nú tey longu høvdu fingið karm, hildu børnini, at nú kundu tey akkurát tað sama njóta løtuna í stóra hylinum í viðarlundini. Har svumu tey so eina løtu, áðrenn leiðin var løgd heimaftur.

Minnist til skiftiklæðir, so børnini hava okkurt turt at fara í, aftaná slíkar túrar :)

No items found.

Onnur tíðindi