21.5.2021

Meira kunning um Smílimíl

Sum til nokk longu hava fingið við, so verður Smílimíl 28/05-21. (Les meir um hvat Smílimíl er her)

Her koma nakrir praktiskir upplýsingar um dagin:

Dagurin byrjar klokkan 14.00 við forðarenning, á leið hálvanannan kilometur. Børnini renna ella ganga teinin saman við sínum foreldrum. Fyri at fyribyrgja fløskuhálsum á teininum, verða tit send avstað forskotið, við nøkrum minuttum ímillum. Tað er loyv at yvirhála, men bert um tit geva teimum tit yvirhála, nøkur upplyftandi orð við á vegnum. Tit vera nokk skitin og vát, tá tit eru liðug, so tað er nokk best at hava skiftiklæðir við. Børnini fáa eina tshirt og medalju, tá tey koma á mál.

Klokkan 16 byrja vit at grilla, og tá eru tey sum byrja í skúla aftaná summarferiuna eisini boðin við.

Vit gleða okkum at taka ímóti tykkum við einum stórum smíli til Smílimíl.

No items found.

Onnur tíðindi

22.6.2021

Nú er summarferia

Tað er óvist um tað er heystliga veðrið, korona, ella streykan sum gjørdi tað, men tað tykist sum kom summarferian hálvgum sníkjandi frammá okkum, mest sum burturúr ongum. Sjálvandi er gott at hava fingið summarferiu, men samstundis er tað sera harmiligt at eingin avslutningur var fyri 2. flokki. Tað plagar at verða hugnaligt at hava eina løtu saman vit hesum børnum, sum man hevur brúkt meginpartin av tveimum árum saman við, men sum støðan var, var ikki møguligt at hava nakað í ár. Tí vilja vit fyrst nýta høvið til at takka tykkum fyri tíðina, og ynskja tykkum alt tað besta frammyvir, nú vit ikki koma at síggjast dagliga aftaná summarferiuna. Vónandi tíma tit at heilsa uppá okkum, tá vit síggjast í Bónus ella aðrastaðni.‍Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum fara í annan flokk aftur aftaná summarferiuna, og hoyra um alt tað stuttliga tit hava gjørt í summarferiuni. Tá verða tit tey stóru, sum skulu vísa teimum nýggju fyrstaflokks næmingunum, hvussu man ger og hvussu man er, í Smílikulluni. Tað eru tit, sum nú skulu læra tey hvussu langt man kann fara, hvussu man fangar krabbar, byggir hyttur, brúkar seymimaskinuna, plantar rødbedir, ella fyri tann sak skuld, hvussu man bjargar einari súlu, sum er komin illa fyri á vágni. Tað klára tit akkurát sum einki. ‍Til tykkum, sum nú skulu byrja í skúla: vit gleða okkum at taka ímóti tykkum, og læra tykkum at kenna. Her í Smílikulluni er ikki so galið at vera, og her skulu vit nokk læra tykkum eitt sindur um lívið. ‍At enda við, vilja vit deila nakrar myndir við tykkum, so tit kunnu síggja hvat vit hava tikist við seinasta árið. ‍Góða summarferiu!