10.12.2020

Harry Potter vika

Sum øllum kunnugt, høvdu vit Harry Potter tema í síðstu viku. Seinastu vikurnar, hava børnini gjørt sær gandastavar, kappar, brillur, kustar og mangt annað, sum tey skuldu brúka. Hendan vikan byrjaði við, at tey fingu hattin á høvdið, sum segði teimum hvøjum skúlahúsi tey hoyrdu til: Hufflepuff ella Gryffindor. Síðani byrjaði gandavikan. Tey hava lært at fáa fjaðrar at flúgva, lesa kaffigrús, spáa um frammtíðina, og so hava tey kappast um at vinna húsasteypið.

Vikan endaði við einum Quidditch dysti, har Huffelpuffarnir og Gryffendorarnir kappaðust um at finna kippuna.

No items found.

Onnur tíðindi