28.4.2021

Grønar fingrar og brúnar tær

Tað var ein deiligur dagur, tá húsavørðarnir komu við trimum flottum kassum. Sólin skein og børnini spældu uttan fyri, tá ein lastbilur kemur koyrandi við trimum flottum urtagarðskassum. Børn og vaksin stóðu í spenningi og hugdu, meðan kranin tók ein kassa fyri og annan eftir úr lastini.

Meðan vit bíðaðu eftir moldini, fingu børnini møguleika at spæla sær í kassunum, her var fótabað í grundskervinum og stuttligt var. Tá lastbilurin kom aftur, stóðu øll og hugdu meðan stóra mold rúgvan var lept í kassarnar.

Nú var tíðin komin at seta kassarnar uppá pláss, men hvussu gera vit? Teir eru alt ov tungir at bera. Heldig vóru vit, tí húsavørðarnir funnu uppá ráð, teir høvdu ein gaffil við, hetta ornaðu teir skjótt. Eftir at kassarnir vóru komnir uppá pláss, byrjaðu vit at rigga til at seta tað niður, sum vit høvdu planta í eggjabakkar og mjólkapakkar til útivikuna; sum so leingi hevur staðið inni. Har eru gularøtur, kál, jarðber og mangt, mangt annað.

Uttan fyri byrjar endiliga at líkjast, okkurt av gróðrinum er komi í kassarnar, høsnanet er sett fyri, so seyðir ikki sleppa til og vit eru byrja at hugna um. Vit gleða okkum so nógv til í heyst, tá miðmálarnir verða heimagjørdir. Hetta verður ein sera hugnalig "útistova", tá vit koma á mál.

No items found.

Onnur tíðindi