28.4.2021

Ein heldur øðrvísi dagur

Vit vaksnu møta til arbeiðis sum vant, og tá klokkan nærkast komuni hjá børnunum í 1 flokki, sita vit í eitt langt og sjey breið og bíða. Her koma eingin børn, tá vit so byrja at skriva sms finna vit útav at øll hava frí. So sita vit har so fittar, uttan børn, hvat gera vit nú? Vit bíða til klokkan nærkast komuni hjá 2. flokki. Endiliga koma tey, men hvat tað koma bert fýra børn.

Nå, dagurin liggur fyri framman, vit eru trý vaksin til fýra børn, munnu vit fara at klára at halda skil á so nógvum? Tey spyrja hvar 1. flokkur er, og gerast bilsin tá, tey fáa at vita, at eingin er komin í frítíðarskúla. Hvat skulu vit fara at gera? Ljóðar spurningurin, hmmm... nú vit eru so fá, skulu vit so fara ein biltúr til Zarepta, og kanska steðga á í Magn á veg út? JA! Rungar svarið um alla Smílikulluna.

Vit gera okkum klár, fara í bilarnar og koyra niðan í Magn. Har sleppa børnini (og tey vaksnu) at velja sær, hvat drýss tey skulu hava á Magn-ísin. Nógv er at velja ímillum, men skjótt varð avgreitt, og so gekk leiðin móti stóra spæliplássinum í Vatnsoyrum.

Eina løtu eftir, at vit eru komin fram, kemur eitt GROFT æl og vit skunda okkum at finna eitt stað at kroka, meðan vit eta ísarnar. Lukku tíð var ælið ikki so leingi, og vit fara út aftur í sólina. Børnini vilja sleppa at hoppa, men hvat, har er eingin luft í. Tvey børn finna uppá ráð, tey hava sæð tveir menn ganga inni í Zarepta, og seta kós móti hurðini, at spyrja um teir kunnu koyra luft í. Teir so gera! Áh, den gleði.

Meðan børnini hoppaðu, komu nøkur æl aftur at, men hetta gjørdi tað bert stuttligari at hoppa, tí nú gleið man eisini. So børnini vóru á kropp, tá vit komu aftur í Smílikulluna.

Ein herligur dagur.

No items found.

Onnur tíðindi

22.6.2021

Nú er summarferia

Tað er óvist um tað er heystliga veðrið, korona, ella streykan sum gjørdi tað, men tað tykist sum kom summarferian hálvgum sníkjandi frammá okkum, mest sum burturúr ongum. Sjálvandi er gott at hava fingið summarferiu, men samstundis er tað sera harmiligt at eingin avslutningur var fyri 2. flokki. Tað plagar at verða hugnaligt at hava eina løtu saman vit hesum børnum, sum man hevur brúkt meginpartin av tveimum árum saman við, men sum støðan var, var ikki møguligt at hava nakað í ár. Tí vilja vit fyrst nýta høvið til at takka tykkum fyri tíðina, og ynskja tykkum alt tað besta frammyvir, nú vit ikki koma at síggjast dagliga aftaná summarferiuna. Vónandi tíma tit at heilsa uppá okkum, tá vit síggjast í Bónus ella aðrastaðni.‍Vit gleða okkum at síggja tykkum, sum fara í annan flokk aftur aftaná summarferiuna, og hoyra um alt tað stuttliga tit hava gjørt í summarferiuni. Tá verða tit tey stóru, sum skulu vísa teimum nýggju fyrstaflokks næmingunum, hvussu man ger og hvussu man er, í Smílikulluni. Tað eru tit, sum nú skulu læra tey hvussu langt man kann fara, hvussu man fangar krabbar, byggir hyttur, brúkar seymimaskinuna, plantar rødbedir, ella fyri tann sak skuld, hvussu man bjargar einari súlu, sum er komin illa fyri á vágni. Tað klára tit akkurát sum einki. ‍Til tykkum, sum nú skulu byrja í skúla: vit gleða okkum at taka ímóti tykkum, og læra tykkum at kenna. Her í Smílikulluni er ikki so galið at vera, og her skulu vit nokk læra tykkum eitt sindur um lívið. ‍At enda við, vilja vit deila nakrar myndir við tykkum, so tit kunnu síggja hvat vit hava tikist við seinasta árið. ‍Góða summarferiu!