15.3.2021

Ein fín útivika

Mánadagin 8. mars byrjaði útivikan hjá okkum. Veðurforsøgnirnar vóru ikki av teimum allar bestu, men vit valdu ikki at lurta. Rætt gjørdu vit, tí veðurgudarnir ætlaðu ikki at lata klókfólkið ráða yvir sær. Sólin skein oman og niðan tað mesta av tíðini.

Nógvar vóru ætlaninar, men onkunstaðni skuldu vit byrja. Á hesum sinni byrjaðu vit við at byggja Teepee smáttu. Nógvar hendur vóru uppi í at byggja smáttu, og gott var tað, tí smáttan varð bygd uppá hálvan annan dag. Meðan nøkur bygdu smáttu, byrjaðu onnur at seta alt millum himmal og jørð niður. Har vóru blómur, ertrar, gras, karsi og mangt annað. Grasið varð sett niður í nylon sokkar, og soleiðis fingu vit fleiri Grakaris Grashøvd hangandi í garðinum hjá okkum.

Týsdagin høvdu veðurfrøðingarnir lova okkum glopra regn, so vit gjørdu øll av at taka regnklæðir og gummistilvar við. Men vit vórðu snítt, hetta skuldi ikki taka enda á okkara ætlan, so vit drógu slanguna út og gjørdu okkara egna hyljar.

Mikudagin vóru vit til jarðarferð niðri á sand. Ein deyður nósi var skolaður upp, og vit hildu tað verða synd at hann skuldi liggja soleiðis, saman við tara og skrelli, sum annars skolar upp. Eini tríggir gravarar arbeiddu í útvið ein tíma, at grava eitt nóg stórt hol til nósan, og tá sandurin var komin omaná aftur, pyntaðu børnini grøvina saman. Har vóru goggur av øllum hugsandi slag, lagdar omaná. Tá grøvin var pyntað, segði eitt av børnunum nøkur orð, áðrenn vit sungu fyrsta ørindi av Góða mamma eg vil sova, og lýstu frið yvir minninum um nósan. Ávegis niðanaftur helt onkur fyri, at allarhelst liggur ein kópamamma úti á vágni og grætur og bíðar.

Hósadag hava vit fast báldag, og veðurgudarnir smíltust til okkara við góðum veðri; sólin skein oman og niðan. Ikki tók tað leingi áðrenn angurin av pannukøkum fylti grannalagið, og fólk flokkaðust í garðinum. Ein deilig løta.

Fleiri dagar eftir miðmála hava vit havt dans uttan fyri, við dansispølum, einstaklinga dansi og pardansi. Góð undirtøka, og børnini flentu hjartaliga, tá tey vaksnu skuldu læru tey nýggjar dansir, og ein av teimum vaksnu endaði á gumpinum.

Børn og vaksin hava notið útivikuna, vit hava spælt, bygt, dansa, sett niður og notið góða veðrið.

No items found.

Onnur tíðindi